G!: "Myndugleikarnir hava trýst okkum at avlýsa"

08.07.2021 - 18:19
ListTónleikur
G!: "Myndugleikarnir hava trýst okkum at avlýsa"
Sigvør Laksá, G!-stjórin, harmast um, at tey noyðast at avlýsa festivalin, men trýstið frá myndugleikunum bleiv ov stórt. "Vit hava verið illa skammað."

"Vit orkaðu ikki at halda festivalin, tá landsins hægstu menn leggja so nógv trýst á okkum um at avlýsa."

Tað sigur Sigvør Laksá, G!-stjóri, nú G! festivalurin varð avlýstur - eina viku áðrenn hann skuldi byrja.

Sigvør Laksá leggur ikki fingrarnar ímillum. Handfaringin hjá myndugleikunum av støðuni hevur verið vánalig. 

"Ógreiða støðan, og faktiskt ágangurin frá myndugleikunum, tá tríggir at landsins hægstu monnum úttala seg í Degi og viku øgiliga nógv um G! festivalin, og at hann burdi verið avlýstur - alt menn, sum eg haldi, kanska ongantíð hava verið her, og ikki vita, hvat tað snýr eg um -, so hevur tað sett okkum í eina ordiliga trupla støðu. Og tá hetta tilboðið kemur í dag, so eru vit undir trýsti at avlýsa."

Sigvør Laksá heldur, at tey hava kent seg illa skammað í sjónvarpinum av myndugleikunum, at tey ikki orkaðu at standa ímóti og halda festivalin. 

Myndugleikarnir hava sett okkum í eina sera trupla støðu og skammað okkum og lagt okkum undir stórt trýst.  

Sigvør Laksá, G!-stjóri

 

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ SIGVØR LAKSÁ

----

G! skrivar soleiðis á Facebook í kvøld:

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375