10 dagar sóttarhaldið tryggjar sjúkrahúsverkið

25.07.2021 - 18:32
InnlendisHeilsa
10 dagar sóttarhaldið tryggjar sjúkrahúsverkið
Føroysku heilsumyndugleikarnir halda fast í, at fólk, ið hava verið í smittuvanda, skulu 10 dagar í sóttarhald, fyri at verja føroyska sjúkrahúsverkið, sigur landslæknin
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at tað er umráðandi at verja føroyska sjúkrahúsverkið móti korona. Tí eru strangari sóttarhaldsreglur í Føroyum enn í Danmark
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Í Danmark skulu fólk, sum hava verið í smittuvanda, seks dagar í sóttarhald, og sleppa út, um koronukanningin er negativ eftir sætta dagin. Í Føroyum er kravið sóttarhald í 10 dagar.

Hetta skilir ein ørkymlaður Torkil Rasmussen ikki. Hann situr í sóttarhaldi saman við trimum smáum børnum, tí tey hava øll verið í smittuvanda.

Torkil Rasmussen spyr tískil, hvør læknafakliga grundgevingin er fyri, at tað er munur á sóttarhaldinum í Føroyum og í Danmark?

>>HOYR SAMRØÐUNA VIÐ TORKIL RASMUSSEN

Orsøkin er, at í Føroyum hava heilsumyndugleikarnir sæð, at tað eru dømir um, at koronusmittan brýtur út 10 dagar eftir, at fólk eru komin til landið, sigur landslæknin.

- Tað føroyska heilsuverkið er viðbreknari enn tað danska, og tí halda vit fast í einum longri sóttarhaldi, tá fólk hava verið í smittuvanda, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

HOYR SAMRØÐUA VIÐ LANDSLÆKNAN, SUM VARÐ SEND BEINLEIÐIS Í ÚTVARPSTÍÐINDUNUM (trýst á play undir myndini).

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816