- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðrið órógvaði nakað
Sverri Sandberg Nielsen róði seg í nátt sera sannførandi víðari til OL-hálvfinaluna, sum verður rógvin hósmorgunin klokkan trý okkara tíð.
Veðrið á rógvi-stadium í Tokyo órógvar rógvararnar nakað, heldur Sverri sjálvur.
Vónirnar til at Sverri Sandberg Nielsen fær eitt OL-heiðursmerki við aftur heim úr Japan eru eisini góðar. Krútsterki miðvingurin vann HM-silvur í 2019, EM-gull í 2020 og EM-silvur fyrr í ár.
Sverri var tann skjótasti
Hóast Sverri Sandberg Nielsen sjálvur ikki heldur, at tíðirnar hjá sterkastu rógvarunum í innleiðandi riðlunum veruliga kunnu brúkast til at samanbera styrkina hjá rógvarunum, so er vert at geva gætur, at Sverri var skjótasti rógvarin av øllum í nátt.
Tíðin hjá Sverra var 7 minuttir 10 sekund og 52 hundraðpartar.
Kjetil Borch úr Noregi róði sína fjórðingsfinalu upp á 7 minuttir 10 sekund og 97 hundraðpartar. Also var Sverri Sandberg Nielsen 40 hundraðpartar skjótari enn norðmaðurin.
Kjetil Borch fekk annars skarpan ganga av grikkanum Stefanos (Ntuskos) Ntouskos, sum róði teir 2000 metrarnar upp á 7 minuttir 12 sekund og 77 hundraðpartar.
Harvið róði grikkin skjótari enn týski heims- og evropameistarin, Oliver Zeidler, sum róði sína fjórðingsfinalu upp á 7 minuttir 12 sekund og 75 hundraðpartar.
Tak niður
Sí eisini