Sverri gevst sum yrkisrógvari

30.07.2021 - 15:20
Ítróttur›Kappróður
Sverri gevst sum yrkisrógvari
27 ára gamli miðvingurin endaði sum nummar fýra í OL-finaluni
Tað eydnaðist akkurát ikki Sverra Sandberg Nielsen at fáa heiðursmerki í OL-finaluni í Tokyo.

27 ára gamli miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen, megnaði ikki at rógva seg til OL-heiðursmerki í einskullara í nátt.

Hann endaði sum nummar fýra í finaluni.

Sverri Sandberg Nielsen hevur fyrireikað seg væl seinasta árið. Millum annað fór hann eisini til Japan fyri einum mánaði síðani fyri at vera so væl fyrireikaður sum møguligt.

Føroyski rógvarin sigur, at hetta helst er hansara seinasta kapping sum yrkisrógvari.

Útlúgvaður

Heðin Arge Heðin Arge og fotografturin, Rógvi Langgaard, hava fylgt Sverra Sandberg Nielsen í longri tíð í sambandi við eina dokumentarsending, sum teir gera um føroyska rógvaran.

Heðin Arge sigur, at Sverri er útlúgvaður, og hann hevur eisini onkran skaða.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Meiri verður at frætta í Degi og Viku í kvøld.

Heðin Arge og Rógvi Langgard gera eina dokumentarsending um føroyska rógvaran.

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775