Rík fara at búgva fyri seg

01.09.2021 - 18:00
InnlendisSamfelag
Rík fara at búgva fyri seg
Formaðurin í Búskaparráðnum mælir kommununum til at útstykkja nógv meiri
Búskaparráðið metir, at í minsta lagi 150 fleiri búeindir skulu gerast hvørt ár afturat teimum, sum longu eru í gerð, fyri at nøkta tørvin.
Mynd: savnsmynd  

Um nøkur ár fara vit í Føroyum at hava býarpartar, har bara rík fólk búgva, og aðrar býarpartar, har onnur búgva.

Tað sigur Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum.

Hann sigur, at kommunurnar noyðast at útstykkja nógv meiri, skal trupulleikin loysast.

Fyrsta ársfjórðing í ár var meðal sethúsaprísurin 1,8 milliónir krónur hægri í Havn enn aðrastaðni í landinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, legði heystfrágreiðingina fram fyrrapartin. Hann mælir kommununum til at útstykkja munandi meiri, tí tilflytingin er vaksin so nógv, og sethúsaprísirnir hækka støðugt. 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232