Fólkavøksturin krevur stórar útbyggingar

03.09.2021 - 17:45
Innlendis›Politikkur
Fólkavøksturin krevur stórar útbyggingar
Tað er torført at hava avlop á fíggjarlógini, tá fólkatalið veksur so nógv, sigur nýggi formaðurin í fíggjarnevndini
Erhard Joensen í Sambandsflokkinum er nýggjur formaður í fíggjarnevndini.

Stóri fólkavøksturin seinnu árini ger tað torført at hava avlop á fíggjarlógini, tí neyðugt er at játta pengar til stórar útbyggingar av samfelagnum.

Tað sigur Erhard Joensen, sum er nýggjur formaður í fíggjarnevnd løgtingsins.

Búskaparráðið sigur í seinastu frágreiðingini, at tíðirnar eru so mikið góðar, at landskassin átti at havt í minsta lagi 150 mió. kr. í avlopi næsta ár.

Erhard Joensen sigur, at Búskaparráðið eigur at leggja upp fyri avbjóðingunum í fólkavøkstrinum.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.
 

Nýggja Búskaparráðið eftirlýsir avlop á fíggjarlógini, men nýggi formaðurin í fíggjarnevndini sigur, at tað ber illa til at hava avlop, tá fólkavøksturin í landinum er so stórur, tí tað krevur nógvar útbyggingar.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328