Val í Russlandi í hesum døgum

17.09.2021 - 13:45
Innlendis
Val í Russlandi í hesum døgum
Valið í Russlandi, sum er frá í dag og til sunnudagin, er tað tamasta í nógv ár, heldur sendimaður Føroya í Russlandi
Moskva, Russland.
Mynd: Savn  

Valið í Russlandi, sum er frá í dag og til sunnudagin, er tað tamasta í nógv ár. Tað sigur Hákun J. Djurhuus, sendimaður Føroya í Russlandi.

Veljast skulu 450 umboð í tjóðartingið, ella Dumuna, og veljast skulu umboð í 39 økisting. 225 umboð verða býtt ímillum flokkarnar sum fáa meir enn 5 prosent av atkvøðunum, og hini 225 umboðini verða skift ímillum tey sum hava vunnið í teirra økjum.

Væntandi verður valluttøkan 45 til 50 prosent, og tað er vanligt tá val er til Dumuna, í mun til tá forsetaval er.

Fólk kunnu í ár velja á netinum, og tað er ein roynd at fáa valluttøkuna upp.

Flokkurin Sameint Russland stendur sterkast av flokkunum, og fær eftir meiningakanningunum eini 42 prosent av atkvøðunum. Teimum á baki er Kommunistaflokkurin, sum fær 20 prosent. Liberaldemokratiski flokkurin stendur at fáa 11 prosent, og síðani eru aðrir smáir flokkar. 

Tilsamans stilla 14 flokkar upp.

Hoyr samrøðuna við Hákun J. Djurhuus, ið var í útvarpstíðindunum á døgurða.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537