Leiðandi ES politikari á fund í Tinganesi í dag

19.09.2021 - 13:40
Innlendis
Leiðandi ES politikari á fund í Tinganesi í dag
Formaðurin í uttanríkispolitiskunevndini hjá ES skal hitta bæði løgmann og landstýrismannin í uttanríkismálum
David McAllister úr Týsklandi, er formaður í uttanríkispolitiskunevndini hjá ES

Formaðurin í uttanríkispolitisku nevnindi hjá ES-kommisjónini, David McAllister kemur til Føroya í dag.
Her skal hann millum annað hitta løgmann, landstýrismannin í uttanríkismálum og formannin í uttanríkispolitiskunevndini. 

Vitjanin er millum annað liður í royndini at betra um sambandi við ES, sigur Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríkismálum.

Tíðindini um springaradrápið fyri viku síðani eru framvegis í heimsins miðlum, men fundurin í dag hevur tó onki beinleiðis samband við tað, sigur Jenis av Rana. Hann sigur tó, at tey eru fyrireikaði uppá at tað møguliga verður eitt mál, sum verður umrøtt.

Uttanlandsnevndin hjá ES er ávegis til Íslands og Grønlands, men David McAllister, formaður, steðgar í Føroyum ávegis til Íslands.
 

Hoyr samrøðu við Jenis av Rana, landstýrismann í uttanríkismálum, við at trýsta á pílin.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537