Russland: Politiska javnvágin óbroytt eftir valið

21.09.2021 - 18:00
Útheimurin
Russland: Politiska javnvágin óbroytt eftir valið
Føroyski sendimaðurin í Moskva heldur, at valúrslitið vísir, at veljarin vil varðveita tryggleikan
Flokkurin, sum styðjar Putin, hevði afturgongd á valinum, men kortini er valdsjavnvágin ikki broytt
Mynd: Reuters  

Valið í Russlandi um vikuskiftið broytti einki í valdsjavnvágini í landinum.

Tað sigur Hákun Djurhuus, føroyskur sendimaður í Moskva.

Flokkurin Sameint Russland, sum styðjar Putin, forseta, fekk 50 prosent av atkvøðunum, og kommunistaflokkurin fekk 20 prosent.

Hákun Djurhuus heldur, at úrslitið endurspeglar, at veljarin hevur valt tað, hann kennir, fyri at varðveita eitt slag av tryggleika.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Hákun Djurhuus er sendimaður Føroya í Russlandi. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659