Góðan morgun Føroyar

Títt blóð bjargar lívum
21-09-2021
Fólkatalið í Føroyum veksur stútt, og við hesum má eisini talið av blóðgevum vaksa, fyri at tryggja, at nóg nógvir gevar eru til at nøkta tørvin.

Umleið 40 føroyingar lata blóð hvørja viku á teimum trimum sjúkrahúsunum, og hetta blóð verður bæði nýtt, tá vanlukkur henda, tá skurðviðgerðir krevja blóð og tá ymsar sjúkur hava við sær, at sjúklingar mugu hava nýtt blóð, greiðir Joan M. Petersen, deildarbioanalytikari í blóðbankanum, frá.

Tá tú ert blóðgevi letur tú blóð upp til fýra ferðir árliga, og tað tekur umleið ein hálvan tíma hvørja ferð, so tað hevur ikki so nógv upp á seg, heldur Marianna á Dul Friðberg, sum hevur blóðflokk 0-, ein av meira óvanligu blóðflokkunum, sum tó samstundis er ein tann virðismestu blóðflokkunum, tí øll onnur kunnu taka ímóti hesum blóði, líka mikið hvønn blóðflokk tey annars hava.

Fyri at gerast blóðgevi skalt tú fylla út eitt skjal við einari rúgvu av spurningum umframt at ein blóðroynd skal takast fyri at blóð títt kann kannast fyri at tryggja, at alt er í lagið.
- Hetta verður gjørt bæði fyri at tryggja blóðgevan og tann, sum fær blóðið seinni, leggur Joan afturat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024