Borgarstjórin á Sandi skrivar ikki undir

23.09.2021 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Borgarstjórin á Sandi skrivar ikki undir
Heri Sverrason sigur, at hann skrivar ikki undir, fyrr enn nýtsluloyvið til ítróttarhøllina í oynni er greitt
Heri Sverrason er borgarstjóri í Sands kommunu.

Borgarstjórin á Sandi, Heri Sverrason, fer ikki at skriva undir 1. veðrættarbrævið, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið vil hava kommunurnar í Sandoynni skriva undir.

Hann sigur, at Sands kommuna skrivar ikki undir veðrættarbrævið, fyrr enn nýtsluloyvið til ítróttarhøllina í oynni er greitt.

Orsøkin er, at ein veggur í høllini er ikki brunagóðkendur. 

Síðani ítróttarhøllin var liðug í 2012, hevur landið fleiri ferðir roynt at fáa kommunurnar at yvirtaka hana. 

Høllin hevur kostað umleið 30 mió. kr.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

Ítróttarhøllin í Sandoynni er framvegis ein kastibløka millum landið og kommurnar. (Mynd: Sands kommuna á Facebook-vanga)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655