Góðan morgun Føroyar

Kjøtetandi bakteriur eru í Føroyum
23-09-2021
- Annað ella triðja hvørt ár viðgera vit sjúkling fyri kjøtetandi bakteriu, sigur smittuserfrøðingurin Shahin Ghaini.

Í vikuni hevur verið nógv fokus í Danmark á kjøtetandi bakteriur. Ein sera álvarslig infektión, sum, um hon ikki verður viðgjørd tíðliga í sjúkutilgongdini, kann føra til deyða.

- Hetta er ein vanlig bakteria, sum vit eisini hava í Føroyum, og annað til triðja hvørt ár viðgera vit sjúkling, sum er smittaður við kjøtetandi bakteriu, sigur Shahin Gaini, infektiónsmedisinari.

Talan er um eina sera sjálvsama men álvarsliga infektión.

- Sjúklingurin má í viðgerð alt fyri eitt, tí smittan spreiðir seg sera skjótt í kroppinum, sigur Shahin Gaini. 

Viðgerðin fyri nekrotiserandi bleytholdssmittu, vanliga rópt kjøtetandi bakteriu, er skurðviðgerð, taka burtur lim og bakteriutýnandi viðgerð.

Lurta eftir samrøðuni við Shahin Ghaini, har hann greiðir frá kjøtetandi bakterium.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024