Boringin byrjar í næstu viku

24.09.2021 - 13:02
InnlendisSamfelag
Boringin byrjar í næstu viku
Báðir tunlarnir norður um Fjall verða boraðir úr Árnafirði
Farmaskipið Hvítanes kom á Árnafjørð við boriútgerð til tunnilsarbeiðið
Mynd: Olivar J. Olsen  

Seinast í mánaðinum fer byggifelagið Articon undir at bora tunlarnar norður um Fjall.

Byrjað verður at bora í Árnafirði, tí tað verður mett sum tað mest skynsama, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon.

Báðir tunlarnir verða boraðir úr Árnafirði, og ætlanin er at arbeiða alt samdøgrið.

Øll tunnilsætlanin við vegum verður mett at kosta 522 milliónir kr.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Árnafjørður verður ein miðdepil, nú farið verður undir tunnilsgerðina norður um Fjall. (Mynd: Pól Sundskarð)

Í næstu viku verður sett á at bora tunlarnar norður um Fjall. Báðir tunlarnir verða boraðir úr Árnafirði. (Mynd: Pól Sundskarð)

Jón Sigurdsson er stjóri í Articon, sum skal bora tunlarnar norður um Fjall.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044