Boðaði frá at hava sett eld á

27.09.2021 - 13:06
Innlendis›Samfelag
Boðaði frá at hava sett eld á
Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava sett eld á eini hús á Stykkinum, er varðhaldsfongslaður í fýra vikur
Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava sett eld á á Stykkinum, er varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tveir menn í 20-unum eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur. Annar fyri at hava sett eld á eini hús á Stykkinum og hin fyri bilstuldur og harðskap.

Maðurin, sum er skuldsettur fyri eldáseting á Stykkinum, er eisini skuldsettur fyri at hava sett á ein bil í Havn.

Maðurin boðaði sjálvur løgregluni frá, at hann hevði sett eld á eini hús á Stykkinum, men hann noktar seg sekan í skuldsetingini um at hava sett eld á bilin í Havn.

Hoyr Hera Andreassen, kanningarleiðara hjá løgregluni, í útvarpstíðindunum.

Eldurin á Stykkinum breiddi seg til tvey onnur hús, sum eisini fingu stóran skaða. (Myndir: Bjarni Árting Rubeksen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486