Íløgan í Stórhøllina fer at ávirka aðrar íløgur

05.10.2021 - 13:39
InnlendisPolitikkur
Íløgan í Stórhøllina fer at ávirka aðrar íløgur
Minnilutin í Tórshavnar býráði finst hvassliga at meirilutanum fyri handfaringina av málinum um stórhøll
Stórhøllin í Havn verður mett at kosta 218 milliónir kr.
Mynd: Tórshavnar kommuna  

Tær 109 milliónir krónurnar, sum kommunan hevur samtykt at brúka til ætlaðu Stórhøllina, fara at ávirka aðrar íløgur.

Tað sigur Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi.

Minnilutin í býráðnum finst hvassliga at viðgerðini, arbeiðsháttinum og prísinum, og at arkitektakappingar verða kveistraðar til viks í málinum um høllina, sum verður mett at kosta tilsamans 218 milliónir kr.

Heðin Mortensen, borgarstjói, vísir atfinningunum aftur. Talan er ikki um eina játtan, men tilsøgn, sigur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar býráði.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429