Stillar uppaftur til formansvalið

14.10.2021 - 15:19
Innlendis›Samfelag
Stillar uppaftur til formansvalið
Jan Højgaard hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum síðani 2007
Jan Højgaard hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum síðani 2007.

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, stillar uppaftur til formansvalið, sum verður um ársskiftið.

Jan Højgaard hevur verið formaður síðani 2007, og hetta er fimta skeiðið hjá honum.

Við seinasta val, sum var í 2019, hevði Jan Højgaard eitt mótvalevni. Tað var Alex Hansen, sum eisini stillaði upp til formanssessin.

Jan Højgaard fekk 297 atkvøður, og Axel Hansen fekk 130 atkvøður.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820