Føroyameistarar í gjár - hugsa longu um næsta dyst

17.10.2021 - 13:50
ÍtrótturFótbóltur
Føroyameistarar í gjár - hugsa longu um næsta dyst
Bæði kvinnuliðið og mansliðið hjá KÍ í bestu deildini í fótbólti eru føroyameistarar
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Rómur í á vøllinum Klaksvík í gjárkvøldið, tá KÍ hevði vunnið føroyameistaraheitið.

Kvinnuliðið og mansliðið hjá KÍ í bestu deildini í fótbólt eru føroyameistarar.

Avgerðin fall í gjár.

Kvinnurnar vunnu 6 - 0 á AB/B71. Hervør Olsen skeyt trý av málunum.

KÍ-liðið hevur vunnið føroyameistaraheitið øll árini síðani 2000, uttan í 2017 og 2018.

KÍ-kvinnurnar hava nú 49 stig í FM-kappingini.

Nummar tvey er NSÍ við 42 stigum, og EBS/Skála hevur 41 stig.

B36 á odda í hálvleikinum

Hjá monnum vann KÍ í gjárkvøldið 3-1 á B36 og gjørdist sostatt føroyameistari. Hálvleiksstøðan var 1 - 0 til B36. Páll Andrasson Klettskarð skeyt tvey av málum og Jonn Johannesen tað triðja.

KÍ hevur nú 68 stig, á øðrum plássi er Víkingur við 56 stigum, og HB er nummar trý við 52 stigum.

- Meistaraheitið er hátíðarhildið, og nú er fokus á næsta dyst, sigur Mikkjal Thomassen, venjari.

Hoyr samrøðu við KÍ-venjaran í útvarpstíðindunum.

Føroyameistaraheitið 2021 er fingið til høldar, og nú verður hugsað um næsta dyst, sigur Mikkjal Thomassen, venjari.

Frøi á Kí-fjepparum, tá úrslitið í gjárkvøldið var greitt. KÍ er føroyameistari í ár, bæði hjá kvinnum og monnum.​​​​​​​

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Mánadag 14. juli
Morgunlestur mánadagur 14.juli 2025
194085
Nýggjastu sendingar í SV