Landslæknin: Yvir 100 tilburðir í dag

25.10.2021 - 13:05
InnlendisHeilsa
Landslæknin: Yvir 100 tilburðir í dag
Koronasmittan breiðir seg skjótt í samfelagnum í løtuni, og landslæknin sigur, at talið av tilburðum í dag fer upp um 100, og at tey á Landslæknastovninum eru sperd
Koronakanningarnar í dag vísa, at meira enn 100 nýggir tilburðir eru staðfestir, sigur landslæknin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Metnógv smitta hevur verið staðfest seinastu dagarnar. 

"Vit eru sperd í løtuni, so vit hava innkallað 10 fólk til at smittuspora," sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, sum ásannar, at tamarhald ikki er á støðuni.

"Talið av tilburðum verður yvir 100 í dag," viðgongur landslæknin.

Lars Fodgaard Møller mælir til, at føroyingar avmarka sosialu samveru næstu tíðina.

"Eg síggi fyri mær, at hetta bara er byrjanin, og at smittutølini fara at hækka. Tað, ið er umráðandi nú, er, at vit fáa tamarhald á smittuni aftur. Vit hava ikki upplivað so nógv smittu í Føroyum fyrr," sigur landslæknin.

Lars Fodggard Møller væntar, at høgu smittutølini verða atvoldin til, at fleiri fólk verða innløgd við koronu, eisini ung fólk. 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Serfrøðingurin: At bjálva hús
208868
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816