Pál Weihe: Munnbind til handils, og avmarkaða sosiala samveru

bannari
04.11.2021 - 13:24
Innlendis›Heilsa
Pál Weihe: Munnbind til handils, og avmarkaða sosiala samveru
"Vit eiga at avmarka okkum sosialt, og aftur vera í munnbindi, tá vit fara til handils," heldur Pál Weihe, professari í fólkaheilsu

Nú smittustøðan stendur við og versnar, so er umráðandi, at fólk eisini taka støðuni í álvara, heldur Pál Weihe, professari í fólkaheilsu.

"Vit skulu eisini áhaldandi minnast til at spritta hendur, og næstu tíðina skulu vit vera heima, tá vit ikki eru til arbeiðis," sigur Pál Weihe.

Farsóttarnevndin hevur gjørt av, at tey, sum ikki hava koronupass, skulu kannast við markið.

Men vit eiga at kanna øll, sum koma til landið, heldur Pál Weihe.

Farsóttarnevndin hevur mælt til, at vit brúka koronupass, um vit ikki lata samfelagið aftur. Tað sama hevur Shahin Gaini, lektari í infektiónsmedisini, sagt í útvarpinum.

Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, tekur undir við, at vit eiga at krevja koronupass í føroyska samfelagnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723