Koronukanningar: Framvegis ókeypis at koyra í tunlinum

bannari
09.11.2021 - 12:59
InnlendisHeilsa
Koronukanningar: Framvegis ókeypis at koyra í tunlinum
Nýggja avtalan millum tunnilsfelagið og Sjúkrahúsverkið er galdandi til mánadagin 15. november.
Í síðstu viku brúktu 50-70 bilar møguleikan at koyra til Havnar til koronukanningar og at fáa tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum endurgoldið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Nógva koronusmittan, serliga í norðurøkinum, ger, at avtalan um ókeypis koyring í Eysturoyartunlinum heldur fram til mánadagin 15. november.

Tunnilsfelagið sigur, at í síðstu viku brúkt 50-70 bilar møguleikan, men onkran dag vóru upp í 90 bilar.

Hoyr Steinar Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverkinum, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373