Sjúkrahússtjórin: Thetis skal broyta mannagongdir

11.11.2021 - 10:48
Innlendis›Heilsa
Sjúkrahússtjórin: Thetis skal broyta mannagongdir
Enn klárar Sjúkrahúsverkið trýstið við bara einum veitara at greina koronukanningar, sigur Steinar Eirikstoft
Steinar Eirikstoft er forstjóri í sjúkrahúsverkinum

Thetis sleppur aftur at greina koronukanningar, um fyritøkan kann prógva, at mannagongdirnar eru broyttar.

Tað sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Enn klárar Sjúkrahúsverkið trýstið við bara einum veitara at greina koronukanningar, men sum frá líður kann tað gerast torført, sigur hann.

Greiningar hjá Thetis fyrr í vikuni vístu, at fólk fingu boð um, at tey høvdu ikki koronu, hóast royndirnar vístu, at tey vóru smittað.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334