Breddin

Breddin: Um Kongoránið
23-11-2021
Breddin snýr seg um átakið Congo Hold-Up

Hví flutti eitt farmaskip við stóru hvítu bókstavunum »TÓRSHAVN« á endanum, eina rúgvu av villdjórum úr Namibia á ein djóragarð hjá forsetanum í Kongo í 2015? Og hví hevur ein heilsøla í Kongo flutt einum føroyskum flutningsfelagi slakar 100 milliónir krónur á kontu í Bank Nordik?

Svarið er flutningsfelagið All Oceans Logistics, sum er skrásett at halda til í Mykinesgøtu 5 í Havn, í somu hølum sum Shipping.fo og Krúnborg.

All Ocean Logistics átti og rak farmaskipið El Niño, sum var skrásett í føroysku skipaskrásetingini, FAS. Tað var farmaskipið, sum frammanundan kallaðist SAGA. Í FAS-skipanini rindar manningin 35 prosent í skatti av bruttolønini. Skatturin verður síðan endurgoldin reiðarínum, sum rindaði lønina.

El Niño sigldi í vinnuørindum í Afrika. Og tað var eisini júst farmaskipið El Niño, sum flutti villdjórini úr Namibia til ein forvitnisligan djóragarð við framkomnum sláturvirki í Kongo, har forsetin Joseph Ka-bila var í holt við at byggja ein ferðafólkadepil.

Sama flutningsfelag, All Oceans Logistics, fekk árini frá 2013 til 2016 slakar 100 milliónir krónur frá heilsøluni EGAL, sum hevur høvuðssæti í Kinshasa, høvuðsstaðurin í Demokratiska Lýðveldinum Kongo.

Fyrsta flytingin er í oktober 2013. Tá vóru 275 túsund og 500 evrur fluttar á bankakontuna í Bank Nordik.

Og pengar fara eisini í stríðum streymi úr Kongo til Føroya árini eftir. Í alt fóru 120 milliónir krónur til Føroya.

Í Breddanum hyggja vit nærri at hvussu Føroyar ein einaferð gjørdust partur av eini hvítvask gølu.

Luttakarar: Eli Thorsteinsson, Uni Holm Johannesen og Barbara Holm.

Sendingina gjørdu John Johannesen og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Skiftir kongressin lit, og verður blá, verður tað ikki so lætt hjá Donaldi Trump, forseta, at fremja sín politikk í verki
03-11-2026
Tvey evni eru í sendingini í dag
30-10-2026
Vit tosa við kvinnu, sum hevur verið rúsfrí í 14 ár. Vit tosa eisini við landsstýrismannin í uttanríkis- og fiskivinnumálum um telefonsamrøðuna millum Støre, Stubb og Putin.
29-10-2026
Breddin viðger fyrsta tjóðartingsvalið í Ísrael eftir álopið 7. oktober í 2023, og skulu Føroyar hava fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, verður spurt í sendingini.
27-10-2026
Hóast ætlanir vóru um fimm vindmyllulundir í fimm ár, er eingin vindmylla komin upp aftrat. Tað er steðgað upp í kærum og kanningum
23-10-2026
Tvey fyrrverandi landsstýrisfólk í uttanríkismálum kjakast í útvarpsstovuni
22-10-2026
"Leivur vil liva", men tað er trupult at sleppa til avrúsing og viðgerð. Og, Ógvisligur ófriður hevur verið í Fraklandi um vikuskiftið
20-10-2026
Vit duga ov illa at raðfesta rúsevnismisnýtarar og landsstýriskvinnan ætlar at gera broytingar í fiskavirkisskipanina
16-10-2026
Hvussu raðfestir fólkaskúlin tøkni, og er fólkaskúlin farin ov langt við tøknini á summum økjum
15-10-2026
Prísurin er hækkaður munandi, síðani samgongan strikaði mvg á bensini og dieseli í vár. Er ætlanin at seta nýggj tiltøk í verk, verður spurt í sendingini
13-10-2026
Myrk skýggj eru at hóma yvir sigursvanda fótbóltsfelagið í Onglandi, Manchester City
09-10-2026
Hóast landsstýrið ætlar at fremja sparingar, er ivasamt, um meiriluti verður fyri teimum, og hvussu haldgott er fíggjarlógaruppskotið, verður spurt í sendingini
08-10-2026