Breddin

Breddin: FAS og hvítvask
25-11-2021
Í Breddanum kjakast politisk umboð um FAS skipanina

Føroya Altjóða Skipaskrá - ella FAS, sum vit vanliga siga, var upprunaliga gjørd fyri at forða fyri at føroysk skip flaggaðu út - men fyri nøkrum árum síðani varð lógin broytt, so útlendsk skip eisini kundu skrásetast í Føroyum undir FAS. 

Tað hevur stóran týdning fyri marknaðarføringina hjá FAS, at føroyska flaggið er á hvíta listanum, sigur Sjóvinnustýrið, sum miðar eftir at fáa Føroyar millum tíggju fremstu londini á hvíta listanum.

Føroyar eru í løtuni á 31. plássi, eins og vit vóru í fjør.

FAS, mutur og hvítvask

Tað var eftir øllum at døma serliga FAS-skipanin, sum var orsøkin til, at Alain Wan úr Kongo, búsitandi í Belgia, stovnaði All Oceans Logistics saman við soninum André Wan og vinmanninum Franck Thsibangu í september 2013.

Felagið verður sett í samband við hvítvask gøluna Congo Hold-UP, sum í hesum døgum kemur fram í ljósið. Gølan snýr seg um, at Kabila-netverkið í áravís rændi pengar úr kongolesiska ríkiskassanum og flutti pengar niður í egnar lummar.

All Oceans Logistics, fekk árini frá 2013 til 2016 slakar 100 milliónir krónur frá heilsøluni EGAL, sum hevur høvuðssæti í Kinshasa í Kongo.

Tvey onnur feløg, sum sama persónsnetverk kring fyrrverandi forsetan í Kongo eiga, fluttu All Oceans Logistics aðrar 20 milliónir krónur í hesum tíðarskeiðnum.

Tað vil siga, at í alt vóru góðar 120 milliónir krónur fluttar til Føroya.

All Ocean Logistics átti og rak farmaskipið El Niño, sum var skrásett í FAS.

Nógvir fyrimunir vóru við at velja FAS-skipanina framum aðrar skipaskrásetingar. Í FAS-skipanini rindar manningin 35 prosent í skatti av bruttolønini. Skatturin verður síðan endurgoldin reiðarínum, sum rindaði lønina.

Alain Wan, André Wan og Franck Tshibangu hava í alt havt fýra feløg í Føroyum.

Tey eru All Oceans Logistics, sum nú eitur El Nino, Kubilai Khan, Coete og eitt nýtt All Oceans Logistics, sum varð stovnað í 2017.

Feløgini róku farmaskipini El Nino og Kubilai Khan, og gasstangaskipið Luna, sum øll vóru í FAS.

MEN Kongo-gølan er ikki fyrstu ferð, at FAS skipanin verður sett í samband við  ólóglig viðurskifti.

Í sendingini Teir Ómettiligu kom fram at føroyska felagið Tindhólmur var nýtt at rinda skatt til sjómenn í Namibia, til tess at sleppa undan at rinda skatt í Namibia, sum lógin har annars ásetur. 

Tindhólmur hevur rindað skatt eftir tonsaskattalógini - og sermerkt við tí lóggávuni er, at virkar tú eftir henni, so skalt tú einans arbeiða innan shipping - og kann ikki virka í fiskivinnuni. 

Politisk umboð fyri samgongu og andstøðu vitja í útvarpsstovuni fyri at kjakst um FAS skipanina.

Luttakarar: Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og Hendrik Old, løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin.

Gjørt sendingina hava John Johannesen og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Hvussu raðfestir fólkaskúlin tøkni, og er fólkaskúlin farin ov langt við tøknini á summum økjum
15-10-2026
Prísurin er hækkaður munandi, síðani samgongan strikaði mvg á bensini og dieseli í vár. Er ætlanin at seta nýggj tiltøk í verk, verður spurt í sendingini
13-10-2026
Myrk skýggj eru at hóma yvir sigursvanda fótbóltsfelagið í Onglandi, Manchester City
09-10-2026
Hóast landsstýrið ætlar at fremja sparingar, er ivasamt, um meiriluti verður fyri teimum, og hvussu haldgott er fíggjarlógaruppskotið, verður spurt í sendingini
08-10-2026
Eru vit í holt við at skapa okkara egna Frankenstein - eina tøkni, sum vit hava gjørt, men ikki vita, um vit megna at stýra, verður spurt í sendingini
06-10-2026
Umleið 120 vinnulívsfólk hava verið í Grønlandi seinastu dagarnar, og avtala er gjørd um at styrkja bondini millum londini
02-10-2026
Fíggjarlógin og vaktar- og bjargingarskipini eru evnini í Breddanum í dag.
01-10-2026
Hvussu tryggja vit vælferðina í framtíðini? Hvussu tryggja vit, at fólk trívast, orka og kunnu vera við í samfelagnum, verður spurt í sendingini.
29-09-2026
Seinastu fimm árini eru prísirnir á mati og drykkjuvørum hækkaðir meira enn 30 prosent. Og bara seinasta árið er kjøt dýrkað nærum átta prosent
25-09-2026
Hevur USA fingið tað burturúr, sum ætlanin var, tó uttan at fáa Grønland, og hvussu við grønlendska sjálvsavgerðarrættinum, verður spurt í sendingini
24-09-2026
Hvussu tryggja vit demenssjúkum og avvarðandi betri umstøður ? og hvat ber nýggja trygdaravtalan millum Grønland, Danmark og USA ítøkiliga við í sær.
22-09-2026
Tingmaður heldur, at løgtingið til tíðir hevur eina sjúka mentan. Bjørt Samuelsen, fyrrverandi løgtingsforkvinna, og Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur, vóru í útvarpsstovuni
18-09-2026