Sjúkrarøktarfrøðingar vilja hava koronuviðbót

03.12.2021 - 10:53
InnlendisHeilsa
Sjúkrarøktarfrøðingar vilja hava koronuviðbót
Nevndin í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum fer nú at venda sær til sjúkrahúsleiðslurnar
Sjúkrarøktarfrøðingar vilja nú hava viðbót fyri at taka sær av koronusjúklingum.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar góðtekur ikki, at limir, sum taka sær av koronusjúklingum, onga viðbót fáa.

Felagið heitir á leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum um at taka støðuna í álvara og fáa í lag viðbøtur, sum samsvara við váðan, sjúkrarøktarfrøðingar átaka sær.

Óluva í Gong, forkvinna, sigur, at felagið fær áheitanir frá limum, sum ikki orka longur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindum.

 

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532