Viðmerkjari : Løgmaður í truplari støðu

05.12.2021 - 14:16
Innlendis›Politikkur
Viðmerkjari : Løgmaður í truplari støðu
Nýggja veljarakanningin er ein løtumynd, men tað er ongin ivi í, at samgongan hevur nakrar stórar trupulleikar, ið skaða trúðvirðið, sigur Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri hjá Sosialinum

Enn einaferð vísir ein veljarakanning, at Sambandsflokkurin fær ringasta úrslit nakrantíð, flokkurin stendur til at fáa 14,8 prosent av atkvøðunum.

Tað er munandi verri undirtøka, enn flokkurin hevur fingið á floksins ringasta vali nakrantíð, sum var í 1998. Tá fekk flokkurin 18,1 prosent av atkvøðunum. 

Fólkaflokkurin stendur eisini til eitt søguliga vánaligt val, tí flokkurin fær bara 17,6 prosent. Ringasta valið í søgu floksins hevði Fólkaflokkurin í 1994, tá hann fekk 16 prosent.

 

Miðflokkurin stýrir politikkinum

Ein orsøk til stóru afturgongdina hjá Sambandsflokkinum er, sambært veljarakanningini, at flokkurin stuðlar Miðflokkinum í málum, sum viðvíkja eitt nú rættindum hjá samkyndum.

Koronapolitikkurin hjá samgonguni hevur eisini kostað veljaraálit. Trupulleikin er ógreiði boðskapurin, og tvíningarnar í samgonguni, tá tað kemur til koppseting móti korona. 

 

Spyr.fo hevur gjørt veljarakanningina til blaðið Vikuskifti og sæst her

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672