Tórshavnar kommuna fer ikki at krevja endurgjald

05.12.2021 - 15:00
InnlendisSamfelag
Tórshavnar kommuna fer ikki at krevja endurgjald
Sambært kommununi samtykti fíggjarnevndin tann 22. september, at Tórshavnar kommuna skal rinda írestandi kravið, sum Laiderz Aps hevur mótvegis kommununi.

Graslíkið á ovara vølli var lagt á í fjør, men kundi, sambært havnafeløgunum og kommununi, ikki brúkast. Tí valdi býráðið í vár at skifta spildurnýggja graslíkið frá Laiderz Aps út við nýtt graslíki hjá øðrum veitara. Síðani hevur kommunan umrøtt spurningin, um eitt endurgjaldskrav skal reisast, men nú er greitt, at kommunan ikki ger meira við málið.

Tí sambært kommununi samtykti fíggjarnevndin tann 22. september, at Tórshavnar kommuna skal rinda írestandi kravið, sum Laiderz Aps hevur mótvegis kommununi.

Men upphæddin verður ikki nevnd í samtyktini, tí ivi er um, hvussu stór hon er.

Kravið frá Laiderz er á góðar 400.000 krónur, og sakførarin hjá kommununi hevur vent sær til sakføraran hjá Laiderz við fráboðan um, at kommunan er sinnað at enda málið og rinda tað, sum Laiderz eigur til góðar, og at goldið verður til fulla og endaliga avgreiðslu av einum og hvørjum kravi, partarnir hava mótvegis hvørjum øðrum, bæði fíggjarliga og á annan hátt. 

Sakførarin hjá kommununi setir eisini sakføraranum hjá Laiders ein spurning um upphæddina, sum kravd verður. Tí ivamál er hesum viðvíkjandi, men enn hevur sakførarin hjá Laiderz ikki svarað spurninginum. 

Sambært Ásvaldi Simonsen, sum er umboð hjá graslíkisveitarinum, Laiderz Aps, er talan um eina útistandandi upphædd sambært sáttmála, sum ikki er goldin av kommununi, og sum fall til gjaldingar 20. oktober í 2020.

Sakførarin fer at svara kommununi í næstu viku, sigur Ásvald Simonsen, og upphæddin verður størri enn tær 400.000 krónunar - tí leggjast skal upp fyri løn til sakførara og øðrum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098