Omikron frábrigdið sendir jólagestir í sóttarhald á jólum

18.12.2021 - 18:52
Innlendis
Omikron frábrigdið sendir jólagestir í sóttarhald á jólum
Omikron frábrigdið sendir fleiri jólagestir, sum koma til landið umvegis flogvøllin, í sóttarhald á jólum.
Omikron sendir nógvar jólagestir í sóttarhald á jólum


Omikron frábrigdið hevur tikið veruligt dik á seg í londunum rundanum okkum, og hetta sæst nú aftur í Føroyum.
Av teimum flogførunum, ið lendu á flogvøllinum í gjár, var omikron funnið ímillum ferðafólkini í øllum flogførunum.
Av hesum eru eini 120 fólk, ið verða sett í sóttarhald í næstu sjey dagarnar.
Hetta hevur eitt nú við sær, at ein stórur partur av jólagestunum, ið koma til landið at halda jól, verða koyrd í sóttarhald -  eisini, um tey eru koppsett ella áður hava havt koronu. Hetta er orsaka av høga smittutíttleikanum, ið omikron hevur við sær og óvissuni kring júst hetta frábrigdið.
Váðin at enda í sóttarhaldi á jólum er tí stórur, sambært landslæknanum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Fótbóltur: Føroyar - Kasakstan
213858
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751