Finnur Fríði fer at kosta 340 mió. kr.

22.12.2021 - 15:32
Innlendis›Vinna
Finnur Fríði fer at kosta 340 mió. kr.
Tað verður einki spart, tá Varðin í Gøtu nú fer at byggja nýggja Finn Fríða. "Skipið skal hava ta nýggjastu tøknina innan motorar, fiskiútgerð og útbúnað," sigur stjórin

Pf. Krossbrekka, sum er eitt dótturfelag hjá Varðanum í Gøtu, hevur gjørt sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í Skagen, um at byggja eitt nýtt nóta- og trolskip, sum skal avloysa Finn Fríða, sum er bygdur í 2003.

Hetta er næsta skipið, Varðin letur byggja hjá teimum.

Tróndur í Gøtu varð latin frá Karstensens skipasmiðjuni í 2010. Frammanundan hevði skipasmiðjan gjørt minni og størri umvælingararbeiði fyri Varðan.

Alt verður gjørt á Karstensens skipasmiðjuni - teir tekna skipið, skrokkurin verður bygdur á teirra egnu skipasmiðju í Póllandi, og innleggingar og ísetingar verða gjørdar í Skagen.

Undirveitarar verða valdir komandi vikurnar.

Fyri Varðan er tað avgerandi, at loysnirnar eru haldgóðar og burðardyggar, og at tær eru nýskapandi og dygdargóðar, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711