Tróndur kennir seg misnýttan

23.01.2022 - 13:48
InnlendisSamfelag
Tróndur kennir seg misnýttan
Glasfuglar verða í løtuni seldir á Rótikassanum fyri ein minstaprís uppá 7.000 krónur. Hetta eru ikki verulig listarverk, sigur Tróndur Patursson, sum harmast
Ein av mongu lýsingunum á Rótikassanum

Tað harmar listamannin, Trónd Patursson, at hópframleiddir glasfuglar verða seldir á netinum sum verulig list í hansara navni.

Í veruleikanum kennir listamaðurin seg misnýttan.

"Fuglar hjá Tróndur Patursson til sølu. Boð uppá fuglarnar byrja á 7.000 krónur fyri hvønn fuglin".

Soleiðis ljóðar eitt av mongu uppsløgnum, sum hava verið á Rótikassanum á Facebook seinastu tíðina, har óvanliga nógvir glasfuglar frá Tróndi Patursson eru til sølu.

Talan er tó ikki um veruligu glasfuglarnar, sum vit kenna teir. Talan er um hópframleiðslu, sum er gjørd á glasverkstaðnum hjá Per Hebsgaard á Præstø í Danmark.

Og listamaðurin sjálvur sær ikki fuglarnar sum listarverk.

Veruliga søgan er, at glasverksmiðjan hjá Per Hebsgaard á hvørjum ári ger jólagávur fyri eina stóra fyritøku í Danmark. Fyritøkan gevur síðani gávurnar til samstarvsfelagar.

Per Hebsgaard og Tróndur Patursson hava leingi samstarvað, og einaferð áður hevur Tróndur gjørt nakrar skálir og vasar, sum stóra fyritøkan skuldi geva sum gávur.

Hesaferð vóru aftur boð eftir Tróndi Patursson. Fyritøkan skuldi hava 900 glasfuglar.

Tróndur Paturrson og sonurin, Brandur Paturrsson, tóku uppgávuna á seg og fingu tilsamans 300 túsund krónur fyri hana.

Fuglarnir verða nú seldir á rótikassanum fyri minsta boð uppá 7.000 krónur. Taka vit hetta sum veruliga prísin, so eru teir 900 fuglarnir verdir 6,3 milliónir krónur í søluvirði. Og hetta er nakað, sum listarmaðurin heldur vera púra burturvið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521