Er vágið at keypa list á netinum

23.01.2022 - 18:52
InnlendisSamfelag
Er vágið at keypa list á netinum
Ynskir tú eitt veruligt listarverk eftir kendum listarfólki, so er skilagott at tryggja tær, at talan veruliga er um eitt listarverk

Í minsta lagi 7.000 krónur fyri ein hópframleiddan glasfugl í navninum á Tróndi Patursson. Tað hevur verið tilboðið á Rótikassanum á Facebook seinastu tíðina. Men vit skulu vera varin, tá vit keypa, heldur Kinna Poulsen, listaummælari.

Tróndur Patursson er harmur um, at tað seinastu tíðina hava verið glasfuglar til sølu á Rótikassanum fyri so nógvan pening. Tí talan er um hópframleiddar fuglar, sum eru gjørdir sum prýðislutir, og sum eftir hansara tykki ikki eru list.

Kinna Poulsen skilir væl listamannin, men vísir á, at Tróndur Patursson er vorðin eitt so stórt og kent navn, at tað ber til selja sjálvt navnið Tróndur Patursson.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949