Formansvalið: Atkvøðurnar verða taldar mánadagin

Innlendis›Samfelag
Formansvalið: Atkvøðurnar verða taldar mánadagin
Mortan Berjastein bjóðar Jan Højgaard av til formansvalið í Fiskimannafelagnum. Jan Højgaard hevur verið formaður í 15 ár
Mortan Berjastein og Jan Højgaard stilla upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum, sum endar sunnudagin.

Inntøkan hjá fiskimonnunum er støðugt minkað seinastu árini, og teir mugu í stóran mun sjálvir rinda eftirlønina.

Tað sigur Mortan Berjastein, sum stillar upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum.

Hann sat í nevndini hjá Fiskimannafelagnum frá 2011 til 2019, tá hann ikki stillaði upp aftur.

Hann sigur seg kunna betra um viðurskiftini hjá fiskimonnunum.

 

Hoyr Mortan Berjastein við at trýst á pílin omanfyri.

 

Sitandi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, hevur verið formaður í felagnum í 15 ár.

Hann vil fegin halda fram, tí hann hevur fleiri viðurskifti sum eru eftir at loysa, og sum hann fer at leggja stóran dent á at fáa loyst.

 

Hoyr Jan Højgaard her:

 

1505204

 

Fiskimenn kunnu velja til og við sunnudagin, og mánadagin verða atkvøðurnar taldar. 

Týsdagin 1. februar tekur tann sum verður valdur við sum formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Fiskimannafelagið hevur sagt sáttmálan við Reiðarafelagið upp til 1. apríl.

 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938