Afturvaldi formaðurin: Broyting í sáttmálanum gjørdi munin

31.01.2022 - 14:00
Innlendis›Samfelag
Afturvaldi formaðurin: Broyting í sáttmálanum gjørdi munin
Jan Højgaard heldur fram sum formaður í Fiskimannafelagnum í trý ár aftrat
Jan Højgaard hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum síðani 2007. Nú fer hann undir eitt nýtt formansskeið.

Jan Højgaard heldur fram sum formaður í Fiskimannafelagnum.

Tá liðugt var at telja upp fyrrapartin, hevði Jan Højgaard fingið 216 atkvøður og avbjóðarin, Mortan Berjastein, 105 atkvøður.

Jan Højgaard heldur, at serliga eitt mál, sum hann hevur loyst, hevur havt við sær, at hann er valdur aftur. Hann sigur, ein grein í sáttmálanum var at meta sum eitt sjálvtøkuborð hjá reiðarunum, men tann greinin er nú strikað.

Jan Højgaard sigur, at stórur tørvur er á at útbyggja umsitingina í Fiskimannafelagnum, og ætlanin er at seta eitt fólk aftrat.

Tá hetta valskeiðið er farið, hevur Jan Højgaard verið formaður í 18 ár. Hann hevur ikki tikið støðu til, um at hann stillar uppaftur um trý ár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860