Fyrrverandi starvsfólk: Nýtt barnaheim eigur at verða raðfest

02.02.2022 - 13:12
InnlendisPolitikkur
Fyrrverandi starvsfólk: Nýtt barnaheim eigur at verða raðfest
Nógv bendir á, at ætlanin um barnaheim er slept. Í staðin verður arbeitt við smáum barnabúeindum
Ivasamt er, um nýtt barnaheim verður bygt. Í staðin verður arbeitt við smáum búeindum til børn.

At landsstýrið ikki ætlar at halda fast við upprunaligu ætlanina um at byggja eitt nýtt og rúmsátt barnaheim, dámar Mirjam Johannesen illa.

Hon er námsfrøðingur og leiðari á dagstovninum, Sólareygað, og hevur fyrr arbeitt í umleið 15 ár á Barnaheiminum. 

Mirjam Johannesen heldur, at málið um nýtt barnaheim eigur at verða raðfest.

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur svarað fyrispurningi frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtngsmanni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 

Mirjam Johannesen starvaðist í 15 ár á Barnaheiminum. Hon heldur, at nýtt barnaheim eigur at verða raðfest. (Mynd av Facebook-vanga)

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV