Fleiri evropeiskar svimjikappingar til Føroyar

06.02.2022 - 14:46
ÍtrótturSvimjing
Fleiri evropeiskar svimjikappingar til Føroyar
Eftir rokfund fingu Føroyar nevndarlim í evropeiska svimjisambandinum - og tað fer at síggjast aftur í Føroyum

Føroyar eru nú umboðaðar í ovastu leiðsluni í evropeiska svimjisambandinum, LEN.

Tað er greitt eftir eykaaðalfund í LEN í Frankfurt í gjár, har fyrsta punkt á skránni var eitt misálit á gomlu nevndina.

Í síni setanarrøðu boðaði forsetin í evropeiska svimjisambandinum frá, at hann tók seg aftur. 

Síðani skuldi nýggj nevnd veljast, og tá varð Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya, valdur í nevndina, sum er evsta vald í evropeiskari svimjing.

Nýggjur forseti í LEN er Antonio Silva úr Portugal.

Og føroyska umboðanin í nevndini fer at síggjast aftur, sambært Róki í Jákupsstovu.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860