![](https://kringvarp.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/vlcsnap-2021-06-17-11h39m06s875.png?itok=3R_3Nape)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reiðarafelagið fegnast um fiskivinnusáttmálan við Bretland
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/vlcsnap-2020-02-03-10h27m32s640.png?itok=8D9Ixkws)
Í vikuni er fiskirættindasáttmáli undirskrivaður við Bretland.
Tað er fyrsti sáttmálin síðani bretar fór úr ES.
Eftir sáttmálanum fáa Føroyar 750 tons av kalva og 186 tons av toski.
Og 1000 tons av rossamakreli, 400 tons av hýsu, tó við møguleika at samráðast um 1600 tons aftrat.
Og Føroyar hava fingið 300 tons av longu, 500 tons av blálongu og 30 tons av brosmu.
Bretar hava fingið 1000 tons av toski og hýsu, 1250 tons av upsa, 10 tons av kongafiski, 225 tons av longu og blálongu, 75 tons av flatfiski og 500 tons av øðrum fiskasløgum í føroyskum sjógvi.
Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum, heldr, at tað er umráða, at Føroyar og Bretland hava eina fiskivinnuavtalu.
Tað var Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari sum skrivaði undir avtaluna við bretar.
Tak niður
Sí eisini