Góðan morgun Føroyar

- Eg stingi ongan í ryggin
16-02-2022
Rannvá Tórfríð Jørmundsson hevur savnað inn 1,3 mió undirskriftir fyri at steðga springaradrápi í Føroyum

Rannvá Tórfríð Jørmundsson hevur saman við fleiri felagsskapum skipað fyri einari undirskriftsinnsavnan fyri at banna springaradrápi í Føroyum.

Fólk kring allan heimin hava skrivað undir.

Í gjár handaði hon løgmanni undirskriftirnar.

Spurd, um hon ikki heldur, at hon stingur føroyingar í ryggin, svarar hon nei.

- Eg stingi ongan í ryggin, haldi tvørturímóti, at eg geri føroyingum eina tænastu. Meira enn helvtin av føroyingum vil steðga springaradrápi, sigur Rannvá.

Rannvá Tórfríð Jørmundsson er kavari og arbeiðir eisini við at minka um dálking í høvunum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026
Seyðahúsið við ánna, føroyskur dansur
02-11-2026
Prát og veðrið
02-11-2026
Reyði Krossur Føroya 100 ár og spurnarkapping
30-10-2026
Nýggj bók til vaksin og børn um seksualitet og mørk, ræðsluhús í Vestmanna
29-10-2026
Vit tosa um málningalist í hesum tímanum
28-10-2026