Ukrainar í Føroyum merkja eisini støðuna

bannari
28.02.2022 - 14:09
Innlendis›Samfelag
Ukrainar í Føroyum merkja eisini støðuna
Sviatoslava Turchynets, sum býr á Argjum, takkar føroyingum fyri innsavningina av klæðum og leikum at senda teimum neyðstøddu
Sviatoslava Turchynets er ættað úr Ukraina. Hon býr og arbeiðir á Argjum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Ukrainar í Føroyum merkja eisini broyttu støðuna í landinum, nú russar hava gjørt innrás.

Ein av teimum, sum fylgir væl við, hvat hendir í heimlandinum, er Sviatoslava Turchynets, sum býr og arbeiðir á Argjum.

Hon er takksom fyri tiltøkini, sum føroyingar hava sett í verk at savna í hundrað- ella túsundatali av posum við klæðum, leikum og øðrum lutum, sum í næstum verða sendir til Ukraina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Sviatoslava Turchynets er takksom fyri øll klæðini og leikurnar, sum føroyingar hava savnað til Ukraina. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Sviatoslava Turchynets og maðurin, Høgni Árting Danielsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576