Føroyski sendimaðurin á veg til Russlands

01.03.2022 - 15:32
Útheimurin
Føroyski sendimaðurin á veg til Russlands
Hákun J. Djurhuus koyrir saman við umboðum fyri íslendsku sendistovuna úr Finnlandi til Russlands
Hákun J. Djurhuus er føroyskur sendimaður í Moskva
Mynd: Av Facebook-vanga  

Sendimaður Føroya í Russlandi, Hákun J. Djurhuus, er júst á veg til Russlands úr Finnlandi.

Fyri løtu síðani fingu vit orðið á Hákun J. Djurhuus, sum koyrir fáar kilometrar frá russiska markinum, saman við umboðum fyri Íslendsku sendistovuna, sum eisini eru á veg til Russlands.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Eftir fleiri spreinginar í eitt nú Kharkiv í morgun, hevur Russland nú eftir øllum at døma ætlanir um at bumba høvuðssætið hjá fregnartænastuni í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

Russiska verjumálaráðið sigur í skrivligari fráboðan seinnapartin, at tey heita á fólk í Ukraina, sum eru partur av ágangandi framferðini móti Russland, og tey, sum búgva nærindis bygningum hjá fregnartænastuni í Kyiv, um at fara úr sínum heimi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444