"Eg fái brúkt mína orku upp á nakað meiningsfult"

bannari
05.03.2022 - 16:03
Innlendis›Samfelag
"Eg fái brúkt mína orku upp á nakað meiningsfult"
Ida Lón er sjálvboðin hjá Reyða Krossi. Hon er klár at taka ímóti og geva sítt íkast, tá flóttafólk úr Ukraina koma til Føroya.
Nýggja tilbúgvingarskipanin hjá Reyða Krossi kallast Flóttahjálpin

Ida Lón hevur verið sjálvboðin fyri Reyða Kross í eina tíð, og er nú klár at gerast partur av nýggju tilbúgvingini hjá Reyða Krossi Flóttahjálpin.

Hon hevur fakligar førleikar sum ergoterapeutur og arbeiði vanligt við stress og traumaraktum.

Á tann hátt vónar hon at kunna rætta traumatiseraðum børnum eina hjálpandi hond, nú flóttafólk úr Ukraina fara at koma til landið. 

Flóttahjálpin er eitt netverk av sjálvbodnum og øðrum áhugaðum, hvørs endamál er at veita stuðul, hjálp og vegleiðing til flóttafólk í Føroyum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793