Matvørurnar kunnu dýrka meira

16.03.2022 - 12:59
Innlendis›Samfelag
Matvørurnar kunnu dýrka meira
Prísurin á mjøli hækkaði 30 prosent í januar, og í morgun hækkaði prísurin aftur
Matvøruprísurin er hækkaður, og hann kann hækka enn meira.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tað er vorðið dýrari at liva í Føroyum, og vit kunnu vænta, at matvørurnar fara at dýrka enn meira.

Kríggið í Ukraina hevur sína ávirkan á prísirnar, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS-samtakinum.

Prísurin á mjøli hækkaði 30 prosent í januar, og í morgun var aftur boðað frá príshækkingum á mjøli.

SMS-samtakið eigur m.a. Bónus-handlarnar, Mylnuna og Miklagarð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Niels Mortensen er stjóri í SMS-samtakinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860