Serlógin um fólk úr Ukraina kemur í næstu viku

16.03.2022 - 13:31
InnlendisSamfelag
Serlógin um fólk úr Ukraina kemur í næstu viku
Landsstýrið hevur ikki tikið avgerð um, hvussu nógv fólk úr Ukraina kunnu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum
Kristina Roarsdóttir Ellendersen er løgfrøðingur á Útlendingastovuni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Serlógin, sum gevur fyribils uppihaldsloyvi til fólk úr Ukraina, kemur í løgtingið í næstu viku.

Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í útlendingamálum, nú danska Fólkatingið fer at samtykkja lógina seinni í dag.

Enn hevur landsstýrið ikki tikið avgerð um, hvussu nógv fólk úr Ukraina kunnu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum.

Ukrainarnir, sum longu eru komnir til Føroya, eru komin higar sum ferðafólk, í prinsippinum uttan nøkur rættindi.

So skjótt lóggávan er sett í gildi, kunnu tey søkja um uppihaldsloyvi, sigur Kristina Roarsdóttir Ellendersen, løgfrøðingur á Útlendingastovuni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, sigur, at lógin, sum verður samtykt í Fólkatinginum í dag, verður væntandi løgd fyri tingið í næstu viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493