Føroysku sílini skulu vera burturbeind 20. apríl

13.04.2022 - 16:46
Innlendis›Umhvørvi
Føroysku sílini skulu vera burturbeind 20. apríl
Harafturat skal øll aliútgerð vera burturbeind í seinasta lagi 1. juni.
Byrgingin í Vestmanna skal vera tóm í seinasta lagi 20. mars, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðað frá
Mynd: savnsmynd  

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið boð um, at smápartafelagið Røkt í Vestmanna skal taka føroysku sílini úr byrgingin í Heygadali beinanvegin og í seinasta lagi 20. apríl, sum er um eina stíva viku.

Harafturat skal øll aliútgerð vera burturbeind í seinasta lagi 1. juni.

Og óansæð hvat eigarin av sílunum ger ella ikki, so ætlar SEV sær undir at tøma byrgingina um eina viku, og síðani fara undir arbeiðið við at umvæla byrgingina, sum sambært orkufelagnum er bráðneyðugt at fáa gjørt.

Johan í Niðristovu, stjóri í Røkt, sigur í stuttari viðmerking í dag, at hann hevur kært avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, um at øll sílini skulu takast av, og vónar at avgerðin fær steðgandi virkna.

Síl ella ikki, so fer SEV undir arbeiðið at umvæla byrgingina í Heygadali í Vestmanna eftir páskir. Hetta merkir, at byrgingin verður tømd fyri vatn, og harvið mugu føroysku sílini vera flutt áðrenn, um tey skulu yvirliva.


 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860