Leigunevndin eingi mál um órímiliga húsaleigu

20.05.2022 - 10:28
Innlendis›Samfelag
Leigunevndin eingi mál um órímiliga húsaleigu
Formaðurin gitir, at ein orsøk er, at heimildin at kæra er nýggj, og tí ókend hjá fólki
Eyðbjørn Larsen er formaður í leigunevndini. (Mynd av Facebook-vanga)

Hóast víðar heimildir at áseta leiguprísir, so hevur leigunevndin eingi mál um órímiliga húsaleigu.

- Tað stendur til leigaran at kæra, um viðkomandi metir seg rinda órímiliga nógv fyri eina íbúð, sigur Eyðbjørn Larsen, formaður í leigunevndini.

Hann gitir, at ein orsøk til støðuna er, at heimildin í lógini er nýggj, og tí vita fólk kanska ikki so nógv um hana.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775