Ókeypis í Saksun í dag

26.05.2022 - 17:22
Innlendis
Ókeypis í Saksun í dag
Saksuningar bjóðaðu í dag øllum føroyingum at vera vælkomnar til bygdina, og nógv tóku av tilboðnum, nú tað var ókeypis at ganga gjøgnum portrið
Nógv fólk gingu túrin út á Lógv í dag.
Mynd: Frants Jensen  

Skipað varð fyri fleiri tiltøkum, og tað nógv umtalaða portrið var opið, so at fólk frítt kunnu ganga oman á pollin og út Lógv uttan at rinda tær 75 krónur, tað vanliga kostar. 

Fleiri tiltøk vóru eisini á skránni. Opið var í kirkjuni og í Dúvugørðum. Tað vóru framsýningar, ponyríðing, kajakrógving, konsert, umframt at høvið var at keypa sær mat av ymiskum slag.

Tað var André Kruse, festari í Saksun, sum valdi at lata upp nógv umtalaða portrið í Saksun.

Hann hevði ikki væntað, at so nógv fólk fóru at koma til bygdina í dag.
 

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112