Aksel fær enn meira undanvind

18.06.2022 - 13:21
Innlendis›Politikkur
Aksel fær enn meira undanvind
Samgongan missir framhaldandi undirtøku - og Javnaðarflokkurin heldur fram við at vaksa

Nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri blaðið Vikuskifti vísir, at samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin hevði fingið 13 tingsessir, um val var í dag.

Andstøðan - Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn - hevði fingið 20 tingsessir.

Stóri vinnarin í veljarakanningini er Javnaðarflokkurin, sum sambært spyr.fo fær 11 tingsessir. Veljarakanningin varð gjørd við at spyrja 500 fólk, týsdagin 14. juni.

Bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ganga fram í mun til seinastu veljarakanningina, sum var í blaðnum Vikuskifti fyri trimum mánaðum síðani. 

Serliga er tað Javnaðarflokkurin, sum styrkir sína støðu. Tvær veljarakanningar, hjá Gallup og spyr.fo, í mai mánaða, góvu Javnaðarflokkinum 10 tinglimir. 

Í hesi nýggjastu kanningini stendur Javnaðarflokkurin til at fáa 31,5 prosent og 11 tingsessir, meðan Tjóðveldi stendur til at fáa 20,2 prosent og sjey tingsessir, og verður næststørsti flokkur á tingi. Framsókn fær 5,1 prosent og tveir tingsessir.

Fólkaflokkurin fær 19,5 prosent og seks tingsessir. Sambandsflokkurin 15,8 prosent og fimm tingsessir, og Miðflokkurin 6,8 prosent og tveir tingsessir.

Sjálvstýri fær í kanningini 1,3 prosent av atkvøðunum og fær ikki umboðan á løgtingi.

 

Aksel V. Johannsen er løgmansuppskotið

Ingi Samuelsen, blaðstjóri á talgilda blaðnum Vikuskifti, heldur tað vera rættiliga áhugavert at Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, stendur seg so væl sum løgmansuppskot.

- Hann hevur verið lutfalsliga friðarligur seinastu tíðina, og tað letur til, at hann letur bara hinar flokkarnar gera sítt, sum Javnaðarflokkurin síðani vinnur uppá.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096