Fleiri tiltøk avlýst

18.06.2022 - 13:38
InnlendisSamfelag
Fleiri tiltøk avlýst
Keðiliga veðrið hetta vikuskifti hevur havt avleiðingar fyri fleiri tiltøk, ið eftir ætlan skuldi vera í dag

Nógvi vindurin í dag hevur við sær, at fyriskiparinir av Sundalagsstevnuni hava valt at útseta kappróðurin til í morgin.

Barnaróðurin í morgin byrjar klokkan 13, og fyrsta skotið í FM-róðrinum hjá teimum vaksnu verður klokkan 15:15. 

 

Street mentan í Havn

Mentanartiltakið Da sjúka, sum eftir ætlan skuldi vera í Tórsgøtu í Havn, er flutt út á Bakkalao, tí innihaldið í tiltakinum egnar seg ikki til regn, sigur Ólavur Thorsteinsson, ein av fyriskiparunum.

 

Ríðikapping útsett

Veðrið ávirkar eisini árligu Leynavatns-kappingina hjá Føroya Ríðingarfelag.

Kappingin skuldi vera ídag.

Men sambært fyriskiparunum er ikki hugsingur um at ríða kapp við Leynavatn í dag, tí er Leynavatnskappingin útsett til í morgin klokkan 15. 

-Vónin er at vatnið er minkað so mikið til tá, at tað ber til at ríða kapp eftir sandinum, siga fyriskipararnir. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065