400 litrar av olju á sjógv

09.07.2022 - 18:26
Innlendis
400 litrar av olju á sjógv
– Greitt er nú, at 400 litrar av gassolju lóku á sjógv mikudagin í Mykinesi, sigur Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.
Soleiðis sá út, eftir at oljan var farin á sjógv í Mykinesi
Mynd: Mynd: Oda Vilhelmsdóttir Andreasen  

Saman við sløkkiliðnum hevur hon í dag verið úti í Mykinesi fyri at kunna seg um støðuna, eftir at ógreitt var, hvussu nógv olja frá Grønanesi í veruleikanum var farin á sjógv.

MRCC fekk eina fráboðan um, at 47 litrar vóru liknir á sjógv, men nú vísir tað seg at vera tíggju ferðir so nógv, men tíbetur er einki longur at síggja til gassoljuna, sum helst fyri tað mesta er dampað burtur.

Eyð Ellingsgaard sigur, at hon hevur samskift við skiparan á Grønanesi um, hvussu sleppast skal undan, at slíkt endurtekur seg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926