- Orðaskiftið ávirkar neyvan fríhandilsavtaluna

12.07.2022 - 17:39
Innlendis
- Orðaskiftið ávirkar neyvan fríhandilsavtaluna
Tað sigur Kate Sanderson, føroysk sendikvinna í London, um orðaskiftið í Westminster Hall herfyri, tá tingfólk í bretska parlamentinum skiftu orð um grindadráp.
Kate Sanderson er føroysk sendikvinna í London.

- Fordøming steðgar ikki miðaldarsiðvenjuni hjá føroyingum at drepa grind. Vit mugu vísa teimum, at tað fær handilsligar avleiðingar. 

Soleiðis segði John Nicholson, limur í skotska tjóðarflokkinum, undir orðaskiftinum, sum var í Westminster Hall mánadagin, tá bretsk tingfólk skiftu orð um grindadrápið.

Orðaskiftið kemst av, at fleiri enn 104.000 fólk hava skrivað undir eina áheitan móti føroyskum grindadrápi. Tá ið ein áheitan fær yvir 100.000 undirskriftir, kann málið takast upp í parlamentinum. 

Í áheitanini verður víst á, at Føroyar og Bretland í 2019 undirskrivaðu eina fríhandilsavtalu, sum loyvir føroyingum at útflyta fiskavøru og laks fyri eitt virði upp á umleið 900 milliónir krónur á bretska marknaðinum. Og eisini verður kravt, at handilsavtalan verður sett úr gildi, til føroyingar gevast at drepa hval. 

Stúrir ikki fyri fríhandilsavtaluni

Men Kate Sanderson, sendikvinna í London, er ikki stúrin um fríhandilssáttmálan millum Føroyar og Bretland.

- Bretland hevur í fleiri áratíggju gjørt vart við sína støðu viðvíkjandi grinda- og springaradrápi. Tí kemur hetta orðaskiftið ikki heilt óvart á meg, sigur Kate Sandersson, sendikvinna í London.

Nógv hvassorðað mótmæli vóru aftan á stóra springaradrápið í september í fjør. Hetta er kortini ikki nakað, ið verður kjakast nógv um á politiskum stigi longur. Eisini hóast Bretland sigur seg hava eina greiða støðu til grinda- og springaradráp, sigur Kate Sanderson. 

- Tá 10.000 fólk høvdu skrivað undir, kom bretska stjórnin við skrivligum svari. Og tað var eitt svar, sum vit hava hoyrt ofta fyrr. At bretska stjórnin er ímóti hvalaveiðu og ætlar at minna okkum á tað, sigur Kate Sanderson. 

Sendikvinnan væntar ikki, at orðaskiftið í Westminster Hall fer at hava nakrar fylgjur við sær. Um so er, so skal avgerðin takast nógv longri upp, sigur hon. Til dømis um eitt tingfólk ber eitt uppskot beinleiðis í tingið. 

Kate Sanderson harmast tó um stigi á kjakinum, sum var mánadagin, sum einans tók støði í tilfari og frágreiðingum frá Sea Shepard og líknandi felagskapum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179