Samgongan arbeiðir enn við gongd í haga

03.08.2022 - 12:10
InnlendisPolitikkur
Samgongan arbeiðir enn við gongd í haga
Trý umboð fyri samgonguflokkarnir royna at finna loysn á málinum
Roynt verður framvegis at finna semju í samgonguni í málinum um gongd í haga. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Gongd í haga er eitt afturvendandi mál, sum stór politisk ósemja hevur verið um, og málið er ikki loyst enn.

Í løtuni situr tann triði landsstýrismaðurin við málinum, síðani hetta tók seg upp, nú ferðafólkastreymurin til Føroya er nógv vaksin.

Saman við umboðum fyri hinar báðar samgonguflokkarnar, situr Magnus Rasmussen, landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin, í einum bólki saman við Christiani Andreasen úr Fólkaflokkinum, og Bill Justinussen úr Miðflokkinum.

Teir royna at finna eina semju í málinum.

Hoyr Magnus Rasmussen í útvarpstíðindunum.

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið, har heitt verður á landsstýrið um at koma við einum lógaruppskoti um rættin hjá føroyingum at ganga ókeypis í haganum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065