Stígur komin í húsasøluna

10.08.2022 - 12:32
InnlendisSamfelag
Stígur komin í húsasøluna
Fólk eru vorðin meira varin, og tað gongur longur tíð at selja hús nú samanborið við í fjør, siga meklarar. Fólk bjóða væl minni fyri bústaðin enn ásetta prísuppskotið
Tað gongur ikki so skjótt at selja ognir í dag, sum tað hevur, siga meklarar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Nógv hús og íbúðir eru til sølu kring landið, men stígur er komin í húsasøluna, sigur Kára á Dunga, stjóri í meklarafyritøkuni, Betri Heim.

Hjá meklarafyritøkuni Skyn merkja tey somu gongd, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri. Fólk bjóða eisini væl undir ásetta prísuppskotið nú.

Skyn hevur í løtuni 53 bústaðir til sølu. Sjey av hesum bústøðum hava fólk bjóðað uppá, men øll boð eru undir ásetta prísuppskotið.

Hjá Betri Heimi standa 22 bústaðir til sølu. Boðið er uppá fýra teirra, og trý eru undir prísuppskotinum.

Eftirspurningurin eftir bústøðum er framvegis stórur, men fólk eru meira varin, siga báðir stjórarnir í teimum báðum størstu meklarafyritøkunum.

Kára á Dunga og Petur Mohr Niclasen

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860